Gomul jól í Heiðunum halda fram í dag, og klokkan 17.30 verður jólasangur og spøl á neystaloftinum, sum Randi og Símun J. Hansen skipa fyri.
Klokkan 18 verður ítriv á neystaloftinum, og tá verður klipt, límað, figurballónir verða blástar, og eisini verður andlitsmáling.
Opið er soleiðis á neystaloftinum, í neystinum og í Gamla Handli.










