Tað eru tær báðar Randi Gunnarsdóttir og Malan Rubeksen, sum sýna fram. Hetta er triðju ferð, at tær hava eina felags framsýning.
Báðar eru úr Havn. Randi hevur útbúgving og arbeiðir sum stuðulspedagogur. Hon undirvísir eisini á Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla í Havn og í Kollafirði.
Malan er útbúgvin hondarbeiðslærari og hevur fingist nógv við kreativt arbeiði. Hon arbeiðir dagliga sum oldfrúa á Hotel Hafnia.
Á málningunum á framsýningini eru flestu myndevnini føroysk. Framsýningin er opin til og við sunnudagin 13. November. Opið er: gerandisdagar frá kl. 12-18, leygardag frá kl. 10-18, og sunnudag frá kl. 14-18.