Randi Frederiksberg er sett í starv sum leiðari í Yrkisdeplinum. Tað boðar Mentamálaráðið frá í dag.
Randi Frederiksberg er 48 ára gomul og útbúgvin landafrøðingur frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Eisini hevur hon eina altjóða MBA útbúgving frá Spania.
Randi Frederiksberg hevur fjølbroyttar starvsroyndir innan ráðgeving og leiðslu. Hon hevur verið leiðari innan vinnumenning í Tórshavnar kommunu, umframt innan lestrarumsiting á Fróðskaparsetri Føroya. Hon hevur eisini royndir sum sjálvstøðugt vinnurekandi og hevur undirvíst á Glasi.
18 umsóknir vóru til starvið. Randi Frederiksberg byrjar í starvinum 1. januar 2018.










