Randi kortini til Íslands

Havnargentan, sum hevur vart KÍ-málið seinnu árini, fer nú til Íslands at royna seg

Fótbóltur

 

Umframt sessin í KÍ-málinum hevur Randi eisini í fleiri ár verið fastur partur av føroyska kvinnulandsliðnum, og fleiri ferðir er hon kosin sum ársins málverji í føroysku kappingini.

Tað varð hon eisini í fjør, og tá kundi hon staðfesta, at hennara vón avgjørt var at sleppa at royna fótbóltsevnini uttanlands. Ikki minst, tí íslendska Valur longu var frammi við einum fyrispurningi. Hetta eftir at felagið hevði spælt móti KÍ í UEFA Cup-kappngini fyri kvinnur.

Randi var eisini og vandi við Vali longu í oktober, men hóast íslendska felagið fegið vildið hava Randi í hópin, so var tilboðið, sum tey komu við, ikki nóg gott.

Nú er eftir øllum at døma vent í holuni. Randi fór í gjár til Íslands, og longu um vikuskiftið kann hon vera partur av liðnum hjá Vali.