Randi Kúrberg á skeiva beininum

Tú, Randi. Hvussu ger mann, tá tú skalt ferðast við einum spjóti?
- Eg havi tað slettis ikki við. Eg hevði tað við fyrstu ferð, tí eg helt meg hava brúk fyri mínum egna spjóti. Men tað er somikið besverligt, at nú brúki eg bara tey, sum eru her. Tey eru kanska eisini betri enn míni, sum eru eitt sindur skamfílað av øllum grúsinum.

Men er tað ikki munur á, hvørji amboð verða nýtt, tá tú kastar?
- Reiðskapurin er jú tann sami. Men vit hava ikki eingongd nakran amboðsskúr, har sum vit venja. So eg plagi at ganga gjøgnum Viðarlundina og aðrar sniðgøtur við einum spjóti í hondini.

Hevur eingin runnið skríggjandi burtur, tá tey síggja eina konu koma rennandi við einum spjóti móti sær í Viðarlundini?
- Tað sær kanska út, sum eg eri á veg í grindadráp, men soleiðis er tað bara. Tað má eg taka við.

Men aftur til fyrsta spurningin. Kanst tú ikki taka spjóti sundur og pakka tað saman, so tað fyllir minni?
- Nei. So viknar tað bara. Míni spjót har heima hava til dømis buglur ymsastaðni, og tað verður helst har, at tey brotna fyrst. So tað er ikki so gott, um tey verða tikin sundur.

Og hesi her eru kanska fult so góð, hóast alt?
- Tey eru nokk so standard. Eg hugsi ikki so nógv um tað. Tað einasta, sum ræður um, er at gripið kennist væl. Sjálv havi eg trý spjót, sum eg venji við, men eg brúki tó mest tað eina av hesum. Og í dag valdi eg so tað, sum eg helt líktist hesum mest.