Randi hevur verið seta nærløgd

Fyrilesturin ber boð um, at Randi hevur sett seg rættiliga væl inn í føroysk viðurskifti og inn í lívsháttin hjá konufólki í Føroyum

Jóhan Hendrik Winther Poulsen er ikki hvør sum helst, tá tað kemur til føroyska mentan. Tað var tí ógvuliga áhugavert, at hann var millum teirra, sum vóru komin til Nólsoyar fríggjakvøldið at lurta eftir fyrilestrinum hjá Randi Ward um lívið hjá Olevinu Joensen.

Hann heldur tað er merkisvert, sum hon hevur fingið nógv burturúr tíðini, hon hevur lisið í Føroyum.

- Eg haldi, at hon hevur verið sera nærløgd, tá ið ræður um at seta seg inn í føroyska mentan og mentanarlív í breiðum høpi. Fyrilesturin ber boð um, at Randi hevur sett seg rættiliga væl inn í føroysk viðurskifti og inn í lívsháttin hjá konufólki í Føroyum. Hon hevur eisini livað seg sera væl inn í bygdalívið og hevur fatað føroyska mentan ógvuliga væl. Tað er áhugavert, at hon er komin heilt úr USA og higar til lands at kunna seg um fólkalív og mentan, segði Jóhan Hendrik W. Poulsen.

 

Sera áhugavert

Randi Ward nevndi, tá hon varð spurd, at hon nú fer til Spania at arbeiða og seta seg inn í teirra metnan og mál. Og hon vísti á, at hon ætlaði sær at nýta ta vitan, hon hevði fingið í Føroyum sum grundarlag fyri komandi uppgávum.

Jóhan H. W. Poulsen var rættiliga bergtikin av tí, sum Randi hevði fingið burtur úr her heima. Hann sigur, at hann hevur hitt Randi áður, men hevur ikki havt nógv við hana at gera sum so.

- Eg helt, at eg mátti fara út at lurta eftir fyrilestrinum, sum eg haldi var sera áhugaverdur. Tað er eisini áhugavert, at Randi ætlar at nýta ta vitan, hon hevur nomið sær í Føroyum, í einum størri høpi, segði Jóhan Hendrik Winther Poulsen.