Randers umboðað í Ghana

Tveir av spælarunum hjá danska superligaliðnum Randers FC eru tiknir út til landsliðið hjá Ghana. Ghana skal í oktober mánaði spæla landsdystir ímóti Lesotho og Suðurafrika, og bæði David Addy og Isaah Ahmed eru tiknir út til dystirnar. Hetta er fyrstu ferð, at Addy er tikin út, meðan Ahmed hevur 13 landsdystir á baki fyri suðurafrikanska landið.