Randers omanfyri strikuna

Tveir útsettir dystir vóru á skránni hóskvøldið, og í morgin verður síðsta umfarið spælt, áðrenn flestu feløgini fara í vetrarfrí

SUPERLIGAN

Alt síðani fyrsta umfarið í hesum kappingarárinum varð spælt um ólavsøkumundið, hava uppflytararnir úr Randers verið undir niðurflytingar strikuni. Tað eru teir ikki, tá ið teir í morgin í síðsta umfarinum undan vetrarsteðginum fara at vitja á SAS arenuni í Herning, har FCM framvegis ikki hevur tapt.
Hóskvøldið vórðu teir báðir dystirnir, sum sunnudagin vórðu útsettir orsaka av veðri, spældir. Tá fekk Randers eitt stig, og tað bar við sær, at teir lyftu sær upp um Herfølge, sum nú er næstaftast. FC Nordsjælland er aftast, og tað er meiri enn so, at krepputekin eru at hóma í Farum.
FC Nordsjælland vóru í Silkeborg, har heimaliðið vann 2-1. Tá ið tað restaðu átjan minuttir javnaði FCN, men fimm minuttir seinni skoraði heimaliðið sigursmálið. Síðstu løtuna vóru teir í FCN undirmannaðir, tí ein teirra hevði sær reytt, eftir at hann tvær ferðir hevði fingið gula kortið.
FCN hevur bara vunnið tríggjar av seytjan landskappingardystum. Sunnudagin fara teir at fáa vitjan av Viborg. Hjá Viborg var tað stórt vónbrot, at tað ikki eydnaðist at fáa meiri enn 2-2 burturúr, tá ið teir hósdagin vóru í Randers. Viborg var á odda bæði 1-0 og 2-1, men sjey minuttir undan leikloki javnaði heimaliðið, sum við javnleikinum legði seg upp á síðuna av Herfølge í stigum. Randers er omanfyri niðurflytingarstrikuna, tí teir hava betri málmun, enn málmunurin hjá Herfølge er.
Umframt FCN-Viborg og FCM-Randers, sum verða sunnudagin, eru hinir dystirnir í átjanda umfarinum hesir: Esbjerg-FCK, AaB-OB (leygardagin) og sunnudagin er eisini Herfølge-Brøndby á skránni.