Randers og Vejle í superliguni

Eftir seinasta umfar í donsku 1. deild um vikuskiftið er tað greitt, hvørji tey nýggju liðini í superliguni næsta kappingarár verða. AGF og SønderjydskE mugu tungu leiðina niður í næstbestu deildina, og fyri tey skulu tvey onnur jútsk lið, Vejle og Randers, spæla í superliguni. Vejle tryggjaði sær longu fyri einari viku síðani uppflytingina, og í gjár vann Randers seinasta dystin 2-0 á Braband og flutti upp saman við Vejle.