Fyrr í dag bleiv tað váttað, at føroyski landsliðsleikarin, Brandur Hendriksson, er loystur úr sáttmálanum við danska Randers FC og hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við íslendska FH.
Les eisini: Brandur hevur skift til FH
Tað hómast ein stór ónøgd ímillum Randers-fjepparar um, at felagið hevur latið 22 ára gamla miðvallaran fara. At kalla allar viðmerkingar til tíðindini á bold.dk og facebook-síðuni hjá Randers eru atfinningarsamar.
Her eru nakrar av viðmerkingunum hjá lesarunum:
- Har reyk okkara besta miðvallaratalent. Hetta felagið gevur mær høvuðpínu.
- Ein undrast stórliga.
- Glantrileikurin heldur fram. Tað var eftir øllum at døma ikki Gravgaard (Michael, fyrrv. ítróttarstjóri, red), ið gjørdi tað lort.
- Ótrúligt, at hann ongantíð fekk møguleikan.
- So senda vit enn eitt talent avstað. Hann fekk ongantíð ein veruligan møguleika. Hatta er bara ikki gott nokk, Randers FC.
- Skil hann, ið skilja kann.
- Bravo, Bertel (venjari, red.). Okkara mest tekniski spælari. Nú eru bara egnir uppaldir knokksparkarar eftir.
- Ørskapur. Ein góður spælari, sum ikki bleiv brúktur.