Ranafossur brennir

Hendan morgunin vóru teir farnir av Tvøroyri. Teir skuldu á royndarfiskiskap við línu fyri Fiskirannsókarstovuna. Men áðrenn dagurin var av, vóru teir aftur á Havnini sum ferðamenn við danska ferðamannaskipinum »m/s England«. Og Ranafossur lá mannleysur og brann eystur av landgrunninum í ein landsynning úr Akrabergi

7. august 1977 er ein dagur, sum Martin Ejdesgaard, skipari av Tvøroyri, ikki gloymir við tað fyrsta.

Dagurin byrjaði sum so mangur annar heilt vanligur dagur hjá føroyskum útróðrar- og fiskimonnum, men hann gjørdist kortini ein merkisdagur hjá teimum tólv monnunum, sum vóru við Ranafossi.

Hendan morgunin vóru teir farnir av Tvøroyri. Teir skuldu á royndarfiskiskap við línu fyri Fiskirannsókarstovuna. Men áðrenn dagurin var av, vóru teir aftur á Havnini sum ferðamenn við danska ferðamannaskipinum »m/s England«. Og Ranafossur lá mannleysur og brann eystur av landgrunninum í ein landsynning úr Akrabergi.

Martin sigur frá, at teir fóru av Tvøroyri um morgunin og sigldu í ein landsynning sunnan, til teir vóru tvørs av Akrabergi. Síðan varð siglt einar 25 fjórðingar í ein landsynning.

Komnir út á umleið 140 favna vatn, varð farið at seta niður í gjøgnum Hellingina. Royndarfiskiskapur var, sum sagt, so ikki var sett so nógv. Bert einar 12 stampar fyri at vita, um fiskur var. Veðrið var av tí allarbesta. Bert eitt fleyr. Men tungur sjógvur var, so tað rullaði rættiliga illa kortini.

Umleið klokkan tvey seinnapartin var liðugt at seta, og Martin varð sjálvur verðandi eftir á brúnni. Teir flestu av manningini tørnaðu inn, meðan línan stóð. Motorpassarin, Charles Bech av Tvøroyri, kom upp á brúnna til skiparan at práta, meðan ligið varð hjá boyuni.

Tá teir hava staðið og práta soleiðis í umleið ein tíma, kom ein ungur drongur upp og segði, at tað var sovorðin roykur í kokkahúsinum.

Motorpassarin leyp niður beinanvegin, men var skjótur aftur og segði, at helst var eldur í maskinrúminum og spurdi, um nøkur roykkavaraútgerð mundi vera umborð. Tað visti skiparin ikki, men spurdi, um tað mundi vera álvarsligt.

Jú, tí ivaðist motorpassarin ikki í, tí tað var ikki hugsandi um at fara niður í maskinrúmið fyri royki. Martin fór so sjálvur niður at vita, hvussu vorðið var, men har var ikki hugsandi um at koma nakran veg.

So varð purrað út, og menn vóru á dekkinum, sum eldur var í. Skiparin fór so á brúnna aftur og sendi neyðarkall. Ein enskur trolari kom tætt framvið Ranafossi, men hóast teir sendu rakettir, lætst bretin ikki um vón og sigldi bara víðari.

Tórshavnar Radio hoyrdi Ranafoss og fekk samband. Teir fingu at vita, hvussu vorðið var, og so varð beinanvegin farið undir at fá teimum hjálp. Men tá var støðan longu so mikið álvarslig, greiðir Martin Ejdesgaard frá, at hann bað menninar fara fram á bakkan og taka bjargingarbátarnar við sær.

Sjálvur varð Martin verðandi eftir á brúgvavonginum. Ikki var hugsandi um at vera inni í stýrihúsinum fyri royki, so hann hevði fingið sær telefonhornið út gjøgnum vindeygað og fekk sostatt hildið sambandið haðani.

Tað gekk ein lítil løta, so rópti danska ferðamannaskipið England og segði, at hann var staddur stutt frá Ranafossi og var farin at sigla til teirra. Tað gekk ein tími, til hann var hjá teimum. Men tá var vorðið so heitt á brúgvavonginum, sigur Martin, at tað bar ikki til at vera meira. So hann segði dananum, at nú sleit hann sambandið og fór fram á bakkan til restina av manningini.

Men tað var heldur ikki bara sum at siga tað at sleppa burtur. Alt afturskipið brann, so ikki slapst niður vanliga veg. Men teir funnu ein langan stiga, sum teir settur upp móti vonginum frammanfyri, og tann vegin fór so skiparin av brúnni.

Manningin hevði borið skjótt at, tá útpurrað varð. Teir høvdu bjarga sær klæðum og øðrum og fingið við fram á bakkan.

Martin sigur, at hann bað bestamannin, Magnus Joensen úr Fámjin, fara við manningini av Ranafossi umborð á England. Teir tóku eisini klæðini við, men tá teir vóru komnir umborð á England í øllum góðum, og báturin skuldi takast umborð, koppaði hann, og alt fór í havið. So tað kundi tað sama farið við eldinum umborð á Ranafossi.

Eftir á Ranafossi vóru so bara skiparin og motorpassarin við øðrum bátinum. Tá var so heitt har afturi, greiðir Martin frá, at hvørja ferð skipið legði seg á bakborð, gløddi síðan, og tá hann so legði seg aftur á stýriborð, kókaði alt.

Danska sjóverjuskipið sendi tyrluna út til Ranafoss við eini pumpu. Hon var frammi, áðrenn skiparin og motorpassarin vóru farnir av skipinum. Men tað var ikki bara sum at siga tað at fáa lorað pumpuna niður á skipið, sum tað rullaði. Men teir báðir menninir, sum eftir vóru, fingu hana niður og surraða til mastrina. Tá teir vóru lidnir at surra pumpuna, veitraðu teir av Englandi eftir teimum at koma umborð, tí teir skuldu víðari til Havnar við ferðafólkunum. Tyrlan fór avstað aftur, og teir fóru av skipinum yvir á England. Tað var rættiliga spennandi, sigur Martin frá, tí tað var øgiliga høgt at fara upp eftir síðuni í einum loðsleytara.

Men teir vóru blíðir umborð á Englandi. Martin var uppi á brúnni, og áðrenn teir fóru frá Ranafossi, var hann úti á brúgvavonginum og hugdi at skipinum.

»Tað var ein ræðuligur brandur,« minnist Martin, »har brann alt afturskipið, sum tað var.«

Seinni fór fólk av danska sjóverjuskipinum umborð og sløkti eldin, og Ranafossur varð sleipaður til Havnar.

Tryggingin seldi Ranafoss, sum varð umbygdur til trolara eini tvey ár seinni. Men lítið er kortini eftir av gamla Ranafossi. Allur yvirbygningurin er nýggjur og stórir partar av dekki og síðum varð skiftur út, tí tað var bólgnað av hitanum.

Eftir at Ranafossur var umbygdur,var hann fyrst á Tvøroyri undir navninum Sjúrðarklettur. Síðan varð hann seldur til Havnar og fekk navnið Skansatangi.