Ran eftir búrfiski

Ran skal royna norðan fyri Azorurnar og fer helst eisini vestur um Atlantshavið.

Frystitrolarin Ran hjá partafelagnum Thor fór í vikuni úr Føroyum við kós suður ímóti leiðunum norðan fyri Azorurnar, har teir skulu royna eftir búrfiski.

 

Ran hevur fiskað búrfisk og annan djúpvatnsfisk tey seinnu árini, og ofta er túrurin settur saman við svartkalva og kongafiski á Flemish Cap. Har plagar reiðaríið at keypa kvotu frá øðrum londum fyri at fáa ein rímiligan túr tilsamans. 

 

Búrfiskakvotan er 150 tons í ár. Hon er minkað á hvørjum ári, og tað er eisini vorðið truplari at selja búrfisk, siga tey hjá reiðarínum.