Bretarnir báðir, Gordon Ramsay og David Beckham, eru sera góðir vinir. Tey seinastu árini hava teir eisini hildið jól saman við familjum teirra. Men soleiðis verður ikki í ár, av tí, at heimskendi kokkurin skal gera eina sjónvarpssending í USA.
Longu hetta vikuskiftið fleyg øll Beckham-familjan heim til Onglands. Og við sær høvdu tey eina matskrá, ið Ramsay hevði givið teimum.
Matskráin er skrivað við hond av Ramsay sjálvum.
Tey seinastu árini hava báðar familjurnar verið við til at gera matin sjálvandi við Ramsay á odda.
Í ár skal Beckham-familjan halda jól á teirra egna »Beckinham Palace« í Sawbridgeworth í Onglandi. Ramsay heldur jól saman við familju síni í USA.
Skrivað hevur: Neli Heldarskarð










