Á borgarafundi í kvøld verður Ramsarætlanin fyri Nólsoynna løgd fram.
Endamálið við borgarafundinum, er at leggja fram uppskot til Ramsarætlan fyri Nólsoy. Tað er Ramsarnevndin fyri Nólsoy, sum hevur gjørt ætlanina, og sum kemur at leggja ymisku partarnar í henni fram, og soleiðis geva nólsoyingum høvi at kunna seg við innihaldið í henni og gera viðmerkingar.
Serligur dentur verður lagdur á at greiða frá tilmælunum um rottu og um sigling kring oynna. Ein týðandi partur av fundinum er alment kjak um ætlanina. Kjakið byrjar við, at fólk í bygdini fara at siga sína hugsan um ætlanina.
Ramsar-sáttmálin er ein altjóða náttúruverndarsáttmáli, ið var undirskrivaður í Ramsar í Iran, har av navnið.
Endamálið við Ramsar sáttmálanum er at tryggja eina skynsama gagnnýtslu av náttúruni, men eisini, um neyðugt, at seta tiltøk í verk fyri at verja náttúruna. Í Ramsar høpi verður serligur dentur lagdur á at verja vatn- og sjófugl.