Fríggjadagin 10. apríl 2015 kl. 10.30 verður skipað fyri borgarafundi í skúlastovuni í Mykinesi um Mykines sum Ramsarøki.
Endamálið við fundinum er at kunna mykinesfólk um Ramsar og arbeiðið at gera eina Ramsarætlan fyri Mykines, og hvat tað vil siga, at Mykines er útnevnd til Ramsarøki. Eisini er endamálið við fundinum at geva bygdafólkinum høvi til at geva íkast til arbeiðið við at gera eina Ramsarætlan fyri oynna.
Umboð fyri Fiskimálaráðið, Náttúrugripasavnið og Umhvørvisstovuna fara at greiða frá, hvat higartil er gjørt frá almennari síðu, og hvørjar ætlanir liggja fyri framman og ein týðandi partur av fundinum er kjak.
Fyrireikararnir vóna, at nógv mykinesfólk koma á fundin. Tað hevur týdning fyri víðari arbeiðið, at øll sjónarmið koma fram.
Ramsar-sáttmálin er ein altjóða náttúruverndarsáttmáli, ið var undirskrivaður í Ramsar í Iran, har av navnið. Endamálið við Ramsar sáttmálanum er at tryggja eina skynsama gagnnýtslu av náttúruni, men eisini, um neyðugt, at seta tiltøk í verk fyri at verja náttúruna. Í Ramsar høpi verður serligur dentur lagdur á at verja vatn- og sjófugl.
Vit hava fingið útnevnt trý slík øki í Føroyum, og tey eru Nólsoy, Skúvoy og Mykines.
Tað hevur verið ein drúgv tilgongd at fáa útnevnd Ramsarøki í Føroyum. Ramsarsáttmálin fekk altjóða gildi í 1975, og hóast Føroyar tóku undir við sáttmálanum fyri rúmari tíð síðani, var tað ikki fyrr enn í 2010, at verulig ferð kom á málið. 2010 var útnevnt at vera lívfrøðiligt margfeldisár, og tað var hetta, ið setti gongd á arbeiði at fáa Ramsarøki í Føroyum. Í 2012 vóru Nólsoy, Skúvoy og Mykines góðkend sum Ramsarøki.