Ferðafólk við bili, sum komu við Norrønu og skuldu í land í morgu klokkan 6, er ikki sloppin í land enn.
– Tað er ein rampa á bildekki 2, sum hevur sett seg fasta, og teir arbeiða við at loysa málið. Slíkt tekur ofta nakað av tíð, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line.
Ferðafólk til gongu sluppu í land til tíðina.
Og meðan vit tosa við stjóran á Smyril Line, fær hann boð um, at nú er rampan í ordan aftur, og nú fara bilarnir í land.