Ramos vil burtur frá Real Madrid

Sergio Ramos er í øðini inn á felag sítt, Real Madrid, og tíðindi vilja vera við, at hann fegin fer til annað felag.

 

Ramos hevði fingið stillað í eygsjón eina munandi lønarhækkan í summar, men hon sær kortini ikki út til at gerast til nakað. Hann lurtar tí fegin eftir tilboðum aðrastaðni frá.

 

Fleiri feløg hava sambært umboðsmanni hansara, bróðrinum Rene Ramos, spurt seg fyri, og ensku stórfeløgini, Chelsea og Manchester City skulu vera áhugað, skrivar Sky Sports.