Talsmenn hjá ST váttaðu í gjár, at heimsfelagsskapurin hevði boðið Jose Ramos-Horta starvið sum kommiserur í mannarættindaviðurskiftum, men at forsetin hevði biðið um at fáa eitt samdøgur til at hugsa um tilboðið. Keldur í Eysturtimor søgdu í nátt, at Ramos-Horta er sinnaður at taka av tilboðnum, og at hann í veruleikanum longu hevði tikið avgerð.
Jose Ramos-Horta stóð í mong ár á odda fyri at útvega Eysturtimor loysing frá Indonesia. Í mai í fjør varð hann valdur til forseta í eitt fimm ára skeið. Hann fekk friðarheiðursløn Nobels í 1996.
Politiskir eygleiðarar siga, at tað kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri viðurskiftini í Eysturtimor, um Jose Ramos-Horta leggur frá sær. So seint sum í februar varð roynt at beina fyri honum, og fer hann frá nú, kann tað eggja hansara mótstøðumonnum til at skipa fyri ófriði, siga eygleiðararnir við Reuters.










