Ramos hevur fingið sekkin í Tottenham

Tað hevur verið ein spurningur um tíð, og nú er tað veruleiki. Í gjár boðaði leiðslan í Tottenham frá, at venjarin síðani í oktober í fjør, spaniumaðurin Juande Ramos, hevur fingið sekkin. Tað hava ítróttarstjórin Damien Comolli og næstu starvsfelagarnir hjá venjaranum og stjóranum eisini fingið. Ramos loysti fyri einum ári síðani Martin Jol av í London felagnum, og alt sá ljóst út, tá ið felagið vann Carling steypakappingina. Hetta var fyrsta ferðin síðani 1999, at Tottenham vann nakað. Síðani hevur gingið av skriðuni. Í átta teimum fyrstu umførunum í landskappingini hevur tað ikki eydnast Tottenham at vinna, og kvøldið fyri heimadystin ímóti Bolton hevur leiðslan í felagnum tikið avleiðingarnar.