Seinastu vikurnar hava ymsar leysasøgur gingið um, at Sergio Ramos er vorðin ónøgdur í Real Madrid, og at hann ætlar sær nýggjar avbjóðingar á yrkisleiðini. Serliga er Manchester United blivið nevnt sum eitt nýtt felag fyri spanska landsliðsmiðverjan.
Men stendur tað til nýggja Real Madrid-venjaran, Rafael Benitez, so fer Ramos ongan veg.
- Ramos er ein lyklaleikari í mínum hópi. Hann skal vera liðskipari hjá okkum, og í mínum sinni er ongin ivi um, at hann spælir við Real Madrid komandi kappingarár, sigur Benitez við spanska Marca.
Í løtuni er Sergio Ramos og restin av Real Madrid-hópinum á venjingarferð í Australia.









