Ramona sigldi ov skjótt

Finska tangaskipið Ramona, sum sigldi á jarnbreytarbrúgv um Limfjørðin fyrrakvøldið, hevði ov nógva ferð, tá tað kom eystur ígjøgnum fjørðin. Tað sigur jarnbreytarfelagið Banedanmark í einari fyribilsfrágreiðing um hendingina.

-Tað sæst, at skipið sigldi ov skjótt. Harafturat var harður streymur og fitt av vindi, og tað kann vera ein samanrenning av hesum viðurskiftunum, sum gjørdi, at skipið ikki steðgaði, sigur Helle Bøhl-Møller hjá Banedanmark.

Hon sigur, at tað finska skipið sigldi fram við fleiri ávaringarljósum, sum søgdu, at skipið skuldi steðga. Hon vil tó ikki siga, um tað var skiparin, sum gjørdi eitt mistak, fyrr enn málið er liðugt kannað.

Í gjár skrivaðu fjølmiðlarnir, at hevði Ramona rent á brúnna ein minutt fyrr, hevði tað rakt eitt ferðamannatok, sum tá fór yvir um brúnna. Men Banedanmark sigur, at hevði skipið verið so nær brúnni, hevði tokið ikki farið út á brúnna, tí ávaringarskipanin hevði tendrað tað reyða ljósið og stongt jarnbreytina.