Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.

Ramform Hyperion í Nólsoyarfirði

- Skipið hevur ikki ligið við bryggju. Teir hava skift manning, og ein bátur hevur siglt ímillum við fólki, siga tey á skrivstovuni hjá Tórshavnar havn.

Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.

Umleið klokkan 06.30 í morgun kom norska seismikkskipið, Ramform Hyperion, sum PGS (Petroleum Geo Services) í Oslo eigur, í Nólsoyarfjørð.

 

Á skrivstovuni hjá Tórshavnar Havn verður sagt, at skipið longu er farið av Havnini aftur og er nú á veg til Spania.

 

- Ramform Hyperion hevur ikki ligið við bryggju her hjá okkum. Teir hava skift manning, og ein bátur hevur siglt ímillum við fólki, verður lagt aftrat.

 

Sagt verður um Ramform Hyperion, at afturendin á skipinum er heilar 70 metrar breiður, og her er pláss fyri 24 trumlum við seismikkkaðlum.

 

Longdin á skipinum er 104,21 metrar. 

 

Ramform Hyperion er bygdur á Mitsubishi Heavy Industries Shipbuilding í Nagasaki í Japan í 2017. Pláss er fyri 80 fólkum umborð, og her eru 60 einkultkømur og 10 tvímanskømur

 

Umframt at skipið er sera væl útgjørt til tær uppgávur, sum Ramform Hyperion er bygdur til at loysa, eru manningarumstøðurnar eisini framúr.

 

- Her er bæði venjingarrúm, svimjihylur, tríggjar sjónvarpsstovur og onnur rúm til manningina, verður sagt um Ramform Hyperion.

 

##med2##

 

 

 

Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.

Mynd: Birgir W. Høgnesen.