Rambo er pensjóneraður

Sylvester Stallone vil ikki spæla Rambo aftur

Í 1982 spældi Sylvester Stallone fyri fyrstu leiklutin sum John Rambo í filmi, og tað gjørdist byrjanin til eina filmsrøð, sum nú telur fýra filmar.

Rambo-filmar komu út í 1985 og 1988, og síðani gingu 20 ár, til Stallone gjrdi comeback í fjórða Rambo filminum, sum kom í 2008.

Síðani hevur verið tosað um, at handrit til ein fimta Rambo-film er klárt at fara í gongd við, men nú avsannar Sylvester Stallone, at hann fer at spæla ein nýggjan Rambo-film.

- Hjartað sigur ja, men kroppurin sigur nei, sigur 69 ára gamli Sylvester Stallone við blaðið Variety.

Stallone sigur, at hann er fegin um, hvussu søgan um Rambo endaði í fjórða filminum.

Ætlanir er um eina Rambo sjónvarpsrøð, sum skal snúgva seg um sonin hjá John Rambo, men hesa røð hevur Sylvester Stallone einki við at gera.