Johan Jacobsen
og Nina A. Arge
Áðurnevnda sitat frá sjónleikarinnuni sæst m.a. aftur úti á handilsgøtunum í Damaskus, har fólk koma út at ordna tað síðsta innkeypið, áðrenn handlarnir steingja. Eftir síðsta dagin í Ramadan, fylgja tríggir halgidagar, har tað mesta av handlum og marknaðum er stongt. So gøturnar uppundir hesar halgidagar eru fyltar við fólki, sum eftir sólsetur og ein góðan bita koma út at hugna sær. Tað er sum á Ólavsøku. Handlar og matstovur hava opið til kl. 01. Og teir mongu hárskerararnir hava havt úr at gera hesar dagarnar við at snøgga fólki til Ramadan.
Ein serligur hýrur hevur verið yvir miðbýnum hesar síðstu dagarnar áðrenn “Aid”, sum er tann dagurin, tá mánin av nýggjum kemur fram. Tá ið mánin verður sæddur verður boðað frá, at Ramadan endar. Fyri Sýria hendi hetta 24. oktobur, meðan mánin úr Egyptalandi var sæddur 23. oktobur.
Um dagin hevur verið friðarligari enn vanliga í hesum milliónabýi, og seinnapartin, tá ið sólin er farin niður, hevur verið nærum steindeytt. Í gamla býarpartinum sá ein fólk, ið vóru til arbeiðis í eitt nú handlum, seta seg at eta, inni í handlinum ella uttanfyri. Ferðslan í Damaskus tykist undir vanligum umstøðum heldur kaotisk fyri norðbúgvar sum okkum. Tó hevur hon hesar dagarnar seinnapartar við sólsetur, verið uppaftur verri og trafikkproppar hava verið allastaðni, tí svongu arbeiðsfólkini hava havt skund at koma heim at njóta eina góða máltíð og hátíðarliga løtu saman við familjuni.
Hóast Ramadan er muslimski føstumánaðurin, so er góður matur – eftir sólsetur væl at merkja – eitt, sum eyðkennir Ramadan-mánaðan. Sambært eini spurnarkanning, sum Baladna sigur frá á baksíðuni, hava 95% av teimum sum svaraðu, keypt góðskuvørur inn til teir síðstu dagarnar av Ramadan, meðan tey írestandi 5 % hava keypt tær bíligu vørurnar.
Øll hesi hava eisini keypt góðgæti og søtar sakir í hópatali. Sýrar kenna góðgæti við heitinum “helviyat”, ið merkir “søtar sakir”, men eisini við tí fyri okkum meiri kenda “sliq” og eisini “sli´”, helst eitt væl dámt lániorð. Og hesar søtu sakirnar selja væl í hesi tíð. Hetta sæst eisini aftur í hópin av lýsingum í sjónvarpi serliga. Hópin av parabolum er komnar upp í Damaskus tey seinastu 10-15 árini, og sostatt síggja tey fleiri arabiskar og aðrar sjónvarpsrásir. Og kring allan tann arabiska heimin verða dramarøðir framleiddar serliga til Ramadan-mánaðan. Vanliga telur ein slík drama-røð 30 partar, alt eftir døgunum í mánaðinum. Hesar røðir draga eina rúgvu av hyggjarum til skermin og tí halda vøruframleiðarar seg framat við sínum tilboðum.
Men, nú er tað jú ikki slikk og mat, hesin føstumánaðurin upprunaliga snýr seg um. Bønarkallanin úr minarettunum (moskutornunum), ljóða fimm ferðir um samdøgrið – eisini kl. 04 um náttina, tá ið føstan byrjar. Tey flestu fastandi seta vekjaran til kl 03 um náttina, fara upp at eta, áðrenn føstan byrjar og leggja seg síðan aftur ella fara í moskuna at biðja.
Vit vitja vinmannin Samer Tibii. Hann er 29 ára gamal, nýliga giftur og fluttur inn í eina minni íbúð í miðbýnum í Damaskus. Hann rekur ein lítlan matvøruhandil í Ketsyye-býarpartinum í útjarðarkantinum av Damaskus. Samer er ein trúgvandi muslimur, sum leggur nógv í at fortelja okkum um Ramadan. M.a. fortelur hann, at tey fasta fyri at kenna, hvussu tað er at vera fátækur og ikki sjálvur vera førur fyri at gera av nær ein skal eta. Í Ramadan-mánaðinum hava muslimar eisini skyldu at taka sær av, at tey fátøku fáa mat. Stóra Ummayya Moskan bjóðar tí fátækum í hundraðtali mat, tá ið sólsetur er. Hann leggur afturat, at hann hevur sjálvur gott av at fasta, tí tað er gott fyri heilsuna.
Í bæði bløðum og sjónvarpi hevur verið nógv gjørt burturúr høgtíðini. Størsti parturin av blaðnum Baladna 24. oktobur snýr seg á onkran hátt um Ramadan. Av 24 síðunum hava 9 heilar síður samband við Ramadan. Og sjálvan “Aid”-halgidagin sendi Suria 1, almenna sýriska sjónvarpsrásin, beinleiðis frá sjónvarpshølunum, har ein kvinnuligur og ein mannligur vertur tóku ímóti gestum. Prátað varð um, hvussu fólk hava hildið halgidagarnar og um ymiskt, sum hevur við Ramadan at gera.
Hóast Sýria er eitt land, sum er samansett av fleiri fólkasløgum við ymiskum mentanum og átrúnaðum, so er Ramadan mánaðurin, ið merkir alt landið og er nakað, ið savnar stóran part av sýrisku tjóðini.