Fiskiskapurin eftir markeli í føroyskum sjógvi er ikki komin í hæddina enn, men nú nærkast. Anfinn Olsen, reiðari hjá Framherja, sigur við Portalin, at skipini hava roynt vestur ímóti íslendska markinum seinastu tíðina, og har er fitt at fáa. Tað er framvegis nógv sild uppií, og markrelurin er framvegis nokk so bleytur, men nú byrjar hann at eta seg feitan, og tað fer at ávirka bæði stødd og fastleika.
Prísurin higartil hevur ligið um 4,50 kg fyri makrelin og smáar tvær krónur kilo fyri sild, sigur Anfinn Olsen.
Um sammett verður við hesa tíðina í fjør, so hevur fiskiskapurin verið umleið ein triðing størri. Anfinn Olsen metir tí, at tað fer at eydnast at fiska alla kvotuna í ár.
Tá komið er inn í augustmánaða er makrelurin betur fyri, og tá fer fiskiskapurin at taka dik á seg, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Vp.fo hevur biðið Fiskiveiðueftirlitið um nýggjastu tølini fyri makrel- og sildaveiðu. Tey kunnu síggjast her:
www.vp.fo/pages/posts/gott-6000-tons-meira-av-makreli-higartil-i-ar-31952.php
Mynd: framherji.fo