Rakul vann kappingina at skriva um framtíðina

Í stílakappingini, Mín framtíð, ið Føroya Lærarafelag hevur skipað fyri saman við ritstjórunum á bókini, EXIT Føroyar, er vinnarin funnin. Høvuðsvinningurin, ein Iphone 5, varð latin á samkomu í hølum Føroya Lærarafelags í kvøld.

Og tað var Rakul Herálvsdóttir Kollslíð úr Havn, sum hevði skrivað tann besta stílin í kappingini, og sum sostatt vann.

Afturat vinnaranum, fingu Uni Herason Petersen og Jórunn Maria Dalsgaard ávikavist aðru og triðju virðisløn.

Í vinnandi stílinum stendur millum annað hetta at lesa:

”Tí vóni eg, at umstøður vera fyri at seta eina útbúgving saman á ein frían og sermerktan máta, so møguleiki er fyri at taka nøkur lestrarár í Føroyum, áðrenn eg kenni meg nóg sjálvstøðuga at flyta til útlandið.”

Dómsnevndin sigur í niðurstøðu sínari, at Rakul hevur loyst uppgávuna við “beinraknum og nýtum orðum, og við einum lívsjáttandi frískleika og einum ungdómsdirvi, ið er hugtakandi."

Dómsnevndin heldur eisini, at stílarnir, ið vinna aðru og triðju virðisløn, eru hugvekjandi.

Útbúgvingarliga sjónarhornið hjá Una Herason Petersen er eitt sindur øðrvísi enn hjá hinum, og vit síggja í stílinum ein miðvísan og djarvan ungan mann, sum greitt hevur sett sær mál fyri, hvat hann ætlar. Hann er rótfestur í sínum umhvørvi og veit, at her ætlar hann at vera – eisini í framtíðini.

Triðju virðisløn fær Jórunn Maria Dalsgaard fyri at hava skrivað ein nærlagdan og áhugaverdan stíl um framtíðardreymar sínar. Í stílinum verður serliga hugleitt um útbúgvingarleiðina hjá ungari gentu. Hon hevur dreymar og veit, hvat hon vil við síni framtíð.

Endamálið við stílakappingini er at varpa ljós á framtíðarætlanirnar hjá einum árgangi – og at gera ungdómin tilvitaðan um fráflytingina úr Føroyum.

Rakul Herálvsdóttir Kollslíð og Uni Herason Petersen ganga í Tórshavnar Kommunuskúla og Jórunn Maria Dalsgaard á Felagsskúlanum á Oyrarbakka.

Í dómsnevndini sótu Heðin M. Klein, Lydia Didriksen, Rúni Bjarkhamar, Heri á Rógvi og Høgni Reistrup.

Á myndini eru tey Uni Herason Petersen, vinstrumegin, Rakul Herálvsdóttir Kollslíð í miðjuni og Jórun Maria Dalsgaard, høgrumegin.