Rakul vann EM í borðtennis

Rakul Mikkjalsdóttir úr TBF, sum í vetur gongur á borðtenniseftirskúla í Danmark, vann um vikuskiftið gull í blandaðum tvímansleiki í borðtennis í einari EM-kapping, sum KFUM í týska býnum, Dresden, var vertur fyri

BORÐTENNIS

 

Rakul Mikkjalsdóttir, sum hevur fingið sín borðtennisuppvøkstur í TBF, gongur í vetur á eftirskúla í Danmark, har borðtennis stendur frammarlaga á skránni. Talan er um Tjele Efterskole, sum er einasti borðtenniseftirskúli Danmark.

Eisini gongur Fróði Jensen úr TBF á sama skúla, og tey bæði eru samstundis virkin í felagnum Team Nørreå, sum hoyrir til sama umráði, sum skúlin er í, so tey tann vegin hava møguleika at vera við í teimum kappingum, sum eru har á leiðini.

Bæði tvey vóru tey herfyri tikin út til Oyggjaleikirnar á Álandi, og um vikuskiftið vísti Rakul, at hon skuldi verið væl fyri, tá hon í einari EM-kapping, sum KFUM í týska býnum, Dresden, var vertur fyri, vann bæði gull-, silvur- og bronsuheiðursmerki. Rakul var ein av 13 spælarum úr Danmark, sum vóru við í kappingini saman við spælarum úr Týsklandi, Svøríki og Portugal. Henda EM-kappingin er annaðhvørt ár.

 

Trý heiðursmerki

Í blandaðum tvímansleiki komu Rakul Mikkjalsdóttir og ein spælari úr felagnum Søhøjlandet í Silkeborg í finaluna ímóti einum týskum pari. Men í hálvfinaluni vóru tey bæði líka við at snáva, tí í avgerandi settinum vóru tey aftanfyri 6-10, áðrenn tey fingu tamarhald á nervunum og vunnu síðstu seks bóltarnar og finaluplássið.

Í finaluni var aftur talan um týska mótstøðu, men her var eingin ivi, og Rakul og tey vunnu ein tryggan 3-0 sigur. Sostatt er Rakul Mikkjalsdóttir europameistari í blandaðum tvímansleiki í borðtennis.

Hon kom eisini í finaluna í einmansleiki, har hon tó tapti 1-3, so tað gjørdist til silvur. Í tvímansleiki komu Rakul og danska Louise Andreassen í bronsufinaluna, sum tær uppiborið vunnu 3-0, so har var aftur eitt heiðursmerki í hennara lut.

Hesa komandi vikuna skal Rakul Mikkjalsdóttir aftur í eldin í kapping, tá hon saman við fleiri donsum spælarum er við í einari útnorður-europeiskari kapping, sum verður í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.