Rakul og Jóhan Dalsgaard hava spælt inn ein nýggjan sang og nýtt videolag til hann. Sangurin “Eg skilji einki” er eitt mótmæli móti politikarum.
“Eg skilji ikki landsstýrið, politik,
makrel og pension”, syngur Rakul millum annað, og seinni:
“Eg møti altíð upp og geri tað eg skal
Tú møtir 4. hvørt ár, tá tað er val
Fyri ein sum onki ger, so livir tú flott
Onkur heldur, at tú gjørdi tað gott”
Tit kunnu síggja videolagið og hoyra sangin omanfyri.
Lagið er festligt, og minnur ikki sørt um ein gammeldags protestsang. Hetta ber videoin eisini brá av. Rakul situr m.a. á tinghústrappuni og syngur og er ílatin klæði, ið kundu verið frá 60-70’árunum.