- Eg havi seinastu 7 mánaðirnar lisið arktiska jarðfrøði á University Centre in Svalbard, heimsins norðasta universiteti. Eg havi samlað mær nógvar og áhugaverdar upplivingar og ikki minst nógva vitan. Ein skuldi trúð, at tað var eitt sindur einsligt, og at tað ikki hendi tað stóra í einum býi við 2000 íbúgvum, men soleiðis er ikki. Lívið á Svalbard og Longyearbýnum er fantastiskt. Uttan Betri Legatið hevði hetta uppihaldið ikki verið møguligt, sigur Rakul Johannesen, sum í summar fekk Betri Legatið
Hon hevur gjørt ein ómetaliga vakran film, sum vísir brotpartar av hennara upplivingum og uppgávum á Svalbard.










