Rakul var sum vera man ógvuliga spent at geva krúnprinsessuni blómurnar. Nú nærkast summarfrítíðin, og eftir summarfrítíðina fer Rakul í skúla. Tískil var henda uppgávan eitt tað seinasta, ið Rakul slapp at gera á dagstovninum. Rakul var eisini spent upp á at fara í skúla, og hon fortaldi okkum, at hon helst fór at ganga í Venjingarskúlanum.
Tá ið vit spurdu Rakul, um hon visti, hvør ið Mary var, ivaðist hon ikki: - Tað er prinsessan!, segði Rakul. Sjey ára gamla gentan visti eisini gott, hvussu krúnprinsessan sær út, tí hon hevur fleiri ferðir sæð hana í sjónvarpinum.










