Rakul gjørdi bart

Hjá kvinnum var 15 ára gamla Rakul Mikkjalsdóttur av Tvøroyri einaráðandi. Hon vann hjá gentum, kvinnuunglingum og hjá kvinnum. Í kvinnufinaluni gjørdist tað ein spennandi finala millum Rakul og Marin í Dali, sum eisini er av Tvøroyri. Báðar byrjaðu heldur spakar, men Marin vann skjótt yvirvágina. Rakul spældi ikki upp til sítt besta, og Marin kom skjótt og lætt á odda 2-0. Eftir hetta fann Rakul seg sjálva, og vann seg upp á 2-2. Í síðsta og avgerandi settinum dró Rakul longra stráðið, og tískil kann hon, hóast sín unga aldur, kalla seg føroyameistari hjá kvinnum 2008.

 

Taktiskt

- Eg royndi at hugsa um hvat hon ikki dugdi so væl, og síðan legði eg meg eftir tí, segði Rakul Mikkjalsdóttur eftir dystin, og helt fram: - Hetta hevði nógv at siga fyri meg. Hetta er fyrstu ferð eg vinni ein so stóran heiður, og eg havi vant fram ímóti hesum í langa tíð.

Kappingarárið í Føroyum er av á hesum sinni, men í komandi mánað skal ungdómslandsliðið til Danmarkar at luttaka í DM.

- Næsta mál er at vinna NM, sigur Rakul, sum í fjør gjørdist danskur Grand Prix-vinnari.

 

---

 

Fakta

 

FM í borðtennis

 

Kvinnuunglingar

 

Einmansleikur:

1. Rakul Mikkjalsdóttur, TBF

2. Susie Midjord, TBF

 

Tvímansleikur:

1. Rakul Mikkjalsdóttur og Susie Midjord, TBF

 

 

Mansunglingar

 

Einmansleikur:

1. Rói Agnarsson, Tór

2. Hallur Thorsteinsson, Tór

3. Fróði Jensen, TBF

 

Tvímansleikur:

1. Rói Agnarsson og Hallur Thorsteinsson, Tór

2. Fróði Jensen og Tróndur Tummasarson, TBF

3. Magnus Johansen KÍ og Jákup Thomasen, TBF

 

 

Meðaldeild menn

 

Einmansleikur:

1. Ólavur Niclasen, KÍ

2. Karl Arni Egholm, KÍ

3. Kai Roest, TBF

 

Tvímansleikur:

1. Vagnur Nolsøe og Kai Roest, TBF

2. Karl Arni Egholm og Jóel Bringsberg, KÍ

3. Ólavur Niclasen, KÍ og Andras Nolsøe, TBF

 

 

Meistaradeild kvinnur

 

Einmansleikur:

1. Rakul Mikkjalsdóttur, TBF

2. Marin í Dali, TBF

3. Susie Midjord, TBF

 

Tvímansleikur:

1. Marin í Dali og Rakul Mikkjalsdóttur, TBF

2. Susie Midjord og Mariann Mikkjalsdóttur, TBF

 

Meistaradeild menn

 

Einmansleikur:

1. Ragnar Egilsson, Tór

2. Rói Agnarsson, Tór

3. Hallur Thorsteinsson, Tór

 

Tvímansleikur:

1. Petur Niclasen og Ragnar Egilsson, Tór

2. Fríði Jensen og Fróði Jensen, TBF

3. Hallur Thorsteinsson og Rói Agnarsson, Tór

 

Blandaður tvímansleikur

 

1. Marin í Dali og Fróði Jensen, TBF

2. Rakul Mikkjalsdóttur, TBF og Ragnar Egilsson, Tór

3. Susie Midjord og Tróndur Tummasarson, TBF

 

Ársins leikari, kvinnur:

Rakul Mikkjalsdóttur, TBF

 

Ársins leikari, menn:

Ragnar Egilsson, Tór

 

Ársins stjørnuskot

Fróði Jensen, TBF

 

Ársins herðaklapp

Claus Olsen og Sveinbjørn Danielson, Royn