Hon var ættað úr Fuglafirði og giftist í 1930 við Óla Hans Biskopstø úr Klaksvík, har tey búsettust. Tey seinastu árini var Rakul á Røktarheiminum í Klaksvík, og hon var klár til tað síðsta.
Eitt høvuðsstarv í lívi hennara var at ala børn upp, tí hon og Óla Hans fingu 9 børn, sum eisini fingu nógv børn, so eftirkomararnir eru nógvir í tali. Tey 9 børnini hjá Rakul og Óla Hans eru:
Julius varð føddur í 1930 og giftist í 1956 við Hallgerð Hansinu Joensen úr Fuglafirði. Tey búsettust á Biskupsstøð.
Hans varð føddur í 1932 og giftist við Henny Niclasen av Glyvrum. Tey búsettust í Havn.
Jónstein (kallaður Josh) varð føddur í 1933 og giftist í 1957 við Mariu Samson úr Klaksvík. Tey búsettust á Biskupsstøð. Hann doyði í 1964. Maria giftist uppaftur við Guttormi Klein frá Gjógv. Tey búgva í Klaksvík.
Petra varð fødd í 1935 og giftist við Janusi Gesti Ragnarsson. Tey búsettust á Neskeypsstaði.
Sverri varð føddur í 1936 og giftist í 1960 við Beintu Joensen úr Klaksvík. Tey búsettust í Havn.
Volmar varð føddur í 1938 og giftist við Tórhild Jensen úr Norðragøtu. Tey búsettust á Biskupsstøð.
Oddni varð føddur í 1942 og giftist í 1970 við Jóhonnu Elisabeth Mørkøre úr Klaksvík, har tey búsettust.
Sigrid varð fødd í 1946 og giftist við Napoleon Joensen úr Havn, har tey búsettust.
Yngstur er Karl Martin. Hann varð føddur í 1950 og giftist í 1976 við Juliu Kongsbakk úr Miðvági. Tey búsettust í Klaksvík.
Tað vóru sostatt 20 ár millum elsta og yngsta barnið hjá Rakul og Óla Hans.










