56 ára gamli Sir Ranulf Fiennes verður mettur sum heimsins mætasti núlivandi pólfari. Men sjálvt tann mest royndi ævintýrarin má lúta viðhvørt. Eina viku eftir, at hann fór undir tann 1100 kilometrar langa teinin úr Kanda til Norðpólin, mátti hann geva skarvin yvir.
Hann fekk frostskaða í hondina, tá ið hann royndi at bjarga tveimum sleðum, ið vóru farnar niður ígjøgnum ísin. Eftir at hava mist útgerðina og eftir at eldur var komin í tjaldið gekk Fiennes aftur til høvuðsleguna, sum lá12 kilometrar burturi.
Haðani var tann skaddi pólfarin tikin upp og flogin á sjúkrahús í Kanada








