Raktur av blóðtøppi

Løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins fekk púra óvæntað dánilsi undir haruskjóting mánadagin. Hann er lagdur inn á Landssjúkrahúsið við blóðtøppi

Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, er íðin harumaður. Í ár hevði hann saman við øðrum góðum monnum, ognað sær tveir haruhagar. Annan í Eysturoynni og hin í Sandoynni.

Mánadagin var Sámal Petur sjálvur annar millum Fjarða í Eysturoynni og skeyt harur.

Felagi Sámal Peturs fór beinanvegin undan løgtingmanninum niðaneftir. Avtalað var, at hann skuldi fara niðan á røðina at styggja saman, meðan Sámal Petur skuldi vera í neðra og skjóta tað, sum fyri kom.


Lat skot av


Einsamallur í mótbrekkuni, kendi Sámal Petur ógvusliga møði á sær. Fetini fullu honum tyngri og tyngri, og brádliga fekk hann ilt fyri bróstið. Hann steðgaði á, tí hann misti ondina og vildi spýggja. Síðani noyddist hann at leggja seg niður, og eina løtu var hann burturi. Í tí løtuni helt hann, at nú fór hann at doyggja. Kortini kvaklaðist hann við aftur, og nú var um at gera, at fáa boð frá sær. Fartelefon hevði hann ikki við sær, og tí royndi hann at lata skot av. Hann var so illa á holdum komin, at illa gekst at fáa byrsuna lødda, men tað eydnaðist eftir tógvið stríð bæði at løða og skjóta upp í loft. Tá hann hevði hvílt seg eina løtu í grasinum, varð hann aftur so mikið birgur, at hann megnaði at koma á føtur og ragga sær longur niðan.


Lagdur inn á átta


Felagin í erva kom løtu seinni til sjóndar, og Sámal Petur veipaði við ørmunum til tess at gera vart við, at okkurt var spinnandi galið. Teir báðir fóru síðani oman í bilin og koyrdu til mammu Sámal Petur, haðani ringt varð eftir sjúkrabili. Í skundi varð hann fluttur á landssjúkrahúsið, har staðfest varð, at hann varð raktur av blóðtøppi.

Í løtuni liggur løgtingsmaðurin á deild 8 á Landssjúkrahúsinum. Sagt verður, at hann hevur tað gott, men er sera slekkur. Hann hevur fingið blóðtynnandi heilivág, og í gjár varð bíðað eftir, at blóðtøppurin skuldi fara fram við tronganum, har hann sat.


Góðar vónir


Keldur í Sjálvstýrisflokkinum siga, at Sámal Petur í Grund hevur verið undir stórum trýsti seinastu tíðina, og at hetta óivað hevur gjørt sítt til, at hann er vorðin strongdur. Sámal Petur er 41 ára gamal og hildin at vera rættiliga væl fyri likamliga. Millum skelkaðu starvsfelagar í løgtinginum eru vónirnar tí góðar um skjótan bata. Annars frættist, at lagið á Sámal Peturi er sera gott eftir umstøðunum. Læknin hevur sagt við løgtingsmannin, at hann eigur at gleðast um, at hann hevur fingið ein »ávaring«, heldur enn tað, ið er meira álvarsligt.

Væntað verður ikki, at Sámal Petur í Grund verður aftur í tinginum í ár. Eftir brádliga sjúkdómin, sum kanska verður í drúgvara lagi, verður Kári P. Højgaard úr Saltangará, ella Kári Post, sum hann vanliga verður nevndur, væntandi kallaður á ting. Nær hann tekur sætið á tingi er ikki greitt enn.

Sosialurin ynskir Sámal Peturi skjótan og góðan bata.