Ódnarveðrið rakti Føroyar, men danir raktu ikki. Meðan flestu føroyingar lurtaðu eftir útvarpinum í gjárkvøldi og í nátt, royndi danska TV2 NEWS at fylgja gongdini í Føroyum, soleiðis at hyggjarar teirra fingu alt við. Men har vóru tey, sum tit síggja á myndini, ikki heilt so heppin við grafikkinum. Andras Kjartansson Thomassen tók eina mynd av tí, sum nú ferðast runt á Facebook.
Aðrir útlendskir miðlar hava sjálvsagt eisini tikið ódnarveðrið í Føroyum undir luppin. Íslendska Morgunblaðið og fleiri danskir netmiðlar skriva somuleiðis um bátár og skip, sum hava slitið í Føroyum, tak, sum eru loysnað og úthús, sum fúka runt.
Flestu miðlarnir hefta seg annars við, at Føroyar ikki hava upplivað nakað líknandi síðani 1988. Danska Politiken hevur tosað við Olaf Mathiassen, veðurfrøðing á donsku veðurstovuni, sum millum annað sigur soleiðis.
- Hvirlurnar í ódnarveðrinum í Føroyum í gjárkvøldi og í nátt, svaraðu til ógvusligastu mátinginar, sum vórðu gjørdar undir sokallaðu desemberódnini í Danmark í 1999. Hon var heilt óvanlig eftir donskum mátistokki, men føroyingar eru helst meiri vanir við slíkt.
Í desemberódnini í Danmark í 1999 lótu fleiri fólk lív, men enn vita vit ikki um nakran fólkaskaða eftir veðrið í nátt.
Niðanfyri eru leinkjur til íslendskar og danskar heimasíður:
mbl.is/frettir/erlent/2011/11/25/thok_fuku_og_batar_losnudu_3/
politiken.dk/indland/ECE1460833/vild-orkan-flaar-tage-af-huse-og-haller-paa-faeroeerne/
www.b.dk/nationalt/faeroeerne-blaest-omkuld-af-orkan
www.bt.dk/udland/tage-og-containere-flyver-rundt-paa-faeroeerne










