Føroyski búskapurin rakti botnin í 2009. Tað heldur Fíggjarmálaráðið í einari nýggjari meting. Fíggjarmálaráðið sigur, at fyrstu fimm mánaðirnar í ár vóru goldnar 3 milliardir og 320 milliónir krónur í lønum og øðrum skattskyldugum veitingum umvegis a-skattaskipanina.
Tað eru 109 milliónir krónur meira enn fyrstu fimm mánaðirnar í fjør. Fyri lands- og kommunukassarnar merkir hetta eina meirinntøkua uppá 21 milliónir krónur í landsskatti og 29 milliónir krónur í kommunuskatti. Higartil í ár eru komnar góðar 600 milliónir krónur inn í landsskatti og 561 milliónir krónur í kommunuskatti.
Sambært nýggjastu lønar, skatta- og avgjaldstølunum, so rakti afturgongdin í føroyska samfelagsbúskapinum, sum byrjaði í 2008, longu botnin í 2009.
Higartil í ár hava lønar- og skattgjaldingarnar verið millum trý og fýra prosent hægri enn somu tíð í fjør. Samlaðu avgjaldsinntøkurnar hava verið á leið tær somu sum í fjør, men alt bendir á, at tær longu fara at verða størri, tá ið árið er hálvrunnið, sigur Fíggjarmálaráðið í dag.