Tað var Egon Jacobsen, sum fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum. Høvuðsvinningurin var á 1,9 miljónir krónur, og Egon Jacobsen valdi at deila upphæddina yvir teir tríggjar leyparnar við 650.000 krónum í hvørjum leypi.
Men, tað nyttaði tiverri ikki nógv hjá manninum úr Vági at deila upphæddina í kvøld, tí í øllum trimum royndunum steðgaði hjólið á 10.000 krónum. Í fyrstu royndini hevði hetta givið honum 50.000 krónur, í aðru royndini 30.000 krónur.
Eftir fyrstu royndina helt Egon Jacobsen fyri, at hann hevði hug at royna einaferð aftrat. Hesaferð steðgaði hjólið aftur á 10.000 krónum, bert eitt rúm frá bláa leypinum. - Eg haldi, at vit koyra tað síðsta eisini, segði hann.
Í triðju og seinastu royndini hevði hann heldur ikki eydnuna rættiliga við sær, og enn einaferð steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá Egoni Jacobsen í kvøld.
- Tað skuldi bara vera soleiðis. Hetta er fínasta slag. Eg sigi túsund takk fyri vinningin, vóru seinastu orðini hjá manninum úr Vági í Gekka-spælinum í kvøld.
##med2##