Raksturin av Vága Floghavn gav aftur hall

Slakar fýra milliónir krónur í halli. Tað var úrslitið av rakstrinum av Vága Floghavn í fjør móti 11 milliónum í 2008. Tollfría sølan hevur ikki givið ætlaða íkastið til raksturin.

P/F Vága Floghavn hevði í 2009 eitt yvirskot uppá 70.000 krónur móti einum halli í 2008 uppá 11 mió. kr. Við atlitið at, at felagið hevur havt munandi lægri inntøkur frá tollfríu søluni enn ætlað, og at ferðafólkatalið í 2009, orsakað av fíggjarkreppuni er minkað við 8% úr 222.000 í 2008 til 204.000 í 2009, metir nevndin í P/F Vága Floghavn, at rakstrarúrslitið eftir umstøðunum er betri enn væntað.

Í morgin hevur P/F Vága Floghavn aðalfund, og har verður roknskapurin framlagdur.

Roknskaparliga úrslitið er tó ávirkað av óvanligum rentuinntøkum upp á umleið 3,9 mió. kr., sum eru markaðar til útbyggingina, og av inntøkuføring av skattaogn við umleið 2,5 mió. kr., soleiðis at veruliga úrslitið av sjálvum rakstrinum er eitt hall.

Nevndin í P/F Vága Floghavn metir tí ikki at úrslitið fyri 2009 er nøktandi, við tað at flogvøllurin ikki í longdini kann rekast við halli.

- Stórar avbjóðingar liggja fyri framman hjá P/F Vága Floghavn. Partur av rakstrarúrslitinum í 2009 kemst av óvanligum rentuinntøkum. Hendan inntøkan er oyramerkt til útbygging av Vága Floghavn. Tað er tí neyðugt, at felagið fær rásarúm til at skapa sínar egnu inntøkumøguleikar, soleiðis at javnvág kann fáast í rakstur felagsins og neyðugar leypandi íløgur kunnu gerast, sigur Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn.