Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 71 milliónir krónur

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2021 var 70,5 milliónir krónur. Samlaða tøkan av laksi var 21,9 túsund tons, harav 14,9 túsund tons vórðu tikin í Føroyum og 6,9 túsund tons í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 146,2 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 81,3 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 11,1 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 111,2 milliónir krónur. 

 

Úrslitið eftir skatt fyri triðja ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 131,3 milliónir krónur í mun til 176,8 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyrstu níggju mánaðirnar 2021 var samlaða úrslitið eftir skatt var 967,2 milliónir krónur í mun til 500,5 milliónir sama tíðarskeið í 2020.

 

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

 

– Úrslitið í hesum ársfjórðinginum gjørdist væl slakari enn væntað. Tilvitað framskundað tøka av laksinum á A72 Haraldsundi fyri at fáa felags brakklegging við A73 Viðareiði, viðførdi munandi lægri miðalvekt og virði á tikna fiskinum. Átakið var fyri at optimera lívfrøðislig og veteriner viðurskifti og betra raksturin á hesum aliøkjum framyvir.

 

Harafturat var óheppið, at tað tók longur tíð enn ætlað at fáa MS Martin kláran aftur at fara undir lúsaviðger aftaná umbyggingina í vár. Martin er okkara álit tá tað kemur til mekaniska lúsaviðgerð, og í vár gjørdu vit av at seta nýggja framkomna lúsaviðgerartøkni umborð. Í lúsastrategi okkara leggja vit stóran dent á at fyribyrgja lúsatrupulleikar við at halda lúsatølunum niðri. Við tað at hetta dróg út,  bleiv lúsaviðgerin truplari og tað viðførdi størri felli enn vanligt.

 

Í Skotlandi hava vit havt sera stórar avbjóðingar á nøkrum aliøkjum. Avbjóðingar hava verið við  niðursettari táknuheilsu, ið saman við øðrum stórum stimum av pinkuhvalspýggjum, hevur viðført sera stórt felli. Tí kom tað væl við, at vit í septembur kundu senda nýggja tænastuskip okkara, Bakkanes, til Skotlands at hjálpa at viðgera fiskin. Okkara stóru íløguætlan fyri Skotland fer sum frá líður at minka munandi um lívfrøðisliga váðan bæði við fyribyrgjandi kapasiteti at styrkja táknuheilsuna við meir kapasiteti til feskvatnviðgerð longu komandi ár og so hvørt sum nýggju smoltstøðir okkara fara at framleiða stór smolt. Hettar verður ein kolvelting fyri virksemið okkara í Skotlandi, men tað fer at taka nøkur ár áðrenn vit eru á mál við neyðugu íløgunum.

 

Marknaðurin er enn nakað merktur av Korona farsóttini, men er batnaður munandi. Samanborið við triðja ársfjóðring í fjør øktist samlaða útboðið av laksi í ár 7%, samstundis sum laksaprísurin hækkaði 14%. Bakkafrost hevur í hesum ársfjórðinginum aftur økt um søluna til matstovu vinnuna, hagar 65% av tøkuni í Føroyum varð seld. 

 

Í septembur kunngjørdu vit umfatandi íløguætlan fyri árini 2022-2026.  Hesi komandi 5 árini ætla vit at gera íløgur fyri í alt 6,2 milliardir krónur í Føroyum og Skotlandi. Endamálið er at minka um váðan, betra effektivitetin og skapa burðardyggan vøkstur. Íløgurnar fara at skapa nógv arbeiði í útjaðaranum bæði í Føroyum og Skotlandi.

 

Samlaða tøkan í triðja ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 21.851 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 14.937 tons tikin í Føroyum í mun til 11.135 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 6.914 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 10.476 tons sama ársfjórðing í fjør. Samlaða tøkan fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 71.075 tons í kruvdari vekt í mun til 60.424 tons fyrstu níggju mánaðirnar í fjør. Harav vórðu 46.523 tons í kruvdari vekt tikin í Føroyum í mun til 34.743 tons fyrstu níggju mánaðirnar í fjør, og 24.550 tons vórðu tikin í Skotlandi fyrstu níggju mánaðirnar í ár í mun til 25.681 tons sama tíðarskeið í fjør.

 

Tilsamans vórðu 7,0 milliónir smolt sett út í triðja ársfjórðingi 2021. 3,8 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum í hesum ársfjórðingi í mun til 3,6 milliónir smolt sama tíðarskeið í fjør. Í Skotlandi vórðu 3,2 milliónir smolt sett út í triðja ársfjórðingi 2021 í mun til 2,6 milliónir smolt sama ársfjórðing í fjør. Tilsamans eru 16,2 milliónir smolt sett út fyrstu níggju mánaðirnar í ár í mun til 15,2 milliónir smolt fyrstu níggju mánaðirnar í fjør. 9,3 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 7,0 milliónir í Skotlandi.

 

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 146,2 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2021 í mun til 118,4 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

 

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 135,1 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2021 samanborið við 96,6 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í fjør. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 81,3 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarhall á 28,4 triðja ársfjórðing í fjør. 

 

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 11,1 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarúrslit á 21,8 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

 

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í triðja ársfjórðingi 2021 var 111,2 milliónir krónur samanborið við 69,5 milliónir krónur triðja ársfjórðing í fjør.

 

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.986 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi 2021 í mun til 1.753 milliónir krónur við árslok 2020. Bakkafrost hevði 1.439 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á triðja ársfjórðingi 2021, og solvensurin var 66%.TLIT

 

Marknaður

 

Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar at altjóða tøkan av laksi øktist umleið 4,6% í triðja ársfjórðingi 2021 í mun til sama ársfjórðing árið fyri. Samanlagt við frysta laksinum, ið varð seldur av goymslu, øktist samlaða útboðið av laksi við umleið 7,0% í ársfjórðinginum samanborið við sama ársfjórðing 2020. Hóast hendan útboðsvøkstur hækkaði laksaprísurin í triðja ársfjórðingi, millum annað orsakað av at matstovuvinnan hevur ment seg nakað aftur aftaná Koronafarsóttina.

 

Altjóða tøkan av laksi í fjórða ársfjórðingi 2021 verður mett at minka 4%, samanborið við fjórða ársfjórðing 2020. Vøksturin í søluni av laksi í 2021 verður mettur til 8% í mun til 2020, tá ið goymslubroytingar eru íroknaðar. Altjóða tøkan av laksi fyrra helvt av 2022 verður væntandi nakað tað sama sum í 2021 meðan tøkan væntandi verður 9% hægri í seinnu helvt av 2022 í mun til 2021.

 

Bakkafrost leggur stóran dent á at hava góða marknaðaratgond og selur laks til laksamarknaðir í Evropa, USA, Fjareystri og Russlandi. Koronafarsóttin hevur tarnað altjóða marknaðin, men í hesum ársfjórðinginum er marknaðurin sum heild batnaður.

 

Aling

 

Í hesum ársfjórðingi hevur jaliga gongdin við lækkandi fóðurfaktori hildið fram í Føroyum. Tó hevur alingin í Føroyum verið truplari – millum annað orsakað av avgerð okkara um at samtíða famleiðsluætlaninar fyri aliøkini A-72 Haraldsund og A-73 Viðareiði. Hettar var ein tilvitað avgerð sum viðførdi lægri miðalvekt á tikna fiskinum, lægri prís og hægri kostnað. Samtíðaðu framleiðsluætlaninar fara tó at lækka lívfrøðiliga váðan framyvir og betra um raksturin. 

 

Í Føroyum hava vit havt størri avbjóðingar við at fyribyrgja laksalús í hesum ársfjórðinginum. Orsakað av seinkingum í vár, við at fáa tænastuskipið “Martin” liðugt umbyggt við nýggjari skipan til mekaniska lúsaviðger, komu vit afturúr í mun til at kunna viðgera fyribyrgjandi fyri lús. Hettar førdi við sær hægri felli enn vanligt og størri avbjóðingar við at halda lúsatølunum so lág sum vit ynskja. Annars hevur nýggja skipanin umborð á Martin riggað væl og komandi summar fáa vit enn størri viðgerðarmegi, tá ið okkara nýggi 7.000m3 stóri brunnbátur, Bakkafossur, verður liðugur. Bakkafossur kann sjálvur framleiða stóra mongd av feskvatni úr sjógvi til at viðgera fiskin við.

 

Miðalvektin á útsetta smoltinum í Føroyum er alsamt hækkandi í tráð við strategiina hjá Bakkafrost um at hækka støddina á smoltinum til 500g í 2022. Í triðja ársfjórðingi var miðalstøddin á útsetta smoltinum í Føroyum 334g í mun til 314g sama tíðarskeið í fjør. Við teimum útbyggingum av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali, sum eru í gongd, og við nýggju smoltstøðini í Ónavík verður í 2026 møguligt hjá Bakkafrost at framleiða meira enn 23 milliónir smolt við einari miðalvekt á 500g.

 

Søguliga sæð er seinna hálvár og serliga triði ársfjórðingur eitt sera avbjóðandi tíðarskeið í alingini í Skotlandi. Seint í triðja ársfjórðingi í ár gjørdist fellið sera stórt á nøkrum av okkara aliøkjum í Skotlandi. Hettar komst av at hesin fiskur hevði ringa toknuheilsu og brádliga eisini varð raktur av øðrum avbjóðingum sum t.d. stórar stimar av pinkuhvalspyggjum. Serliga ringt hevur verið á aliøkjunum á oynni Ghia. Í hesum ársfjórðingi sendu vit nýggja tænastuskip okkara, Bakkanes, til Skotlands at virka. Bakkanes er millum annað útgjørdur við framkomnari skipan til mekaniska lúsaviðger. Eisini hava vit í hesum ársfjórðingi gjørt leiguavtalu um ein nýggjan  4.000m3 brunnbát til Skotlands, ið skal viðgera fiskin við feskvatni.

 

Mynstrið í Skotlandi, við størri avbjóðingum í seinnu helvt av árinum,  fer væntandi at halda fram, til Bakkafrost hevur gjørt ætlaðu íløgurnar í millum annað 3 smoltstøðir í Skotlandi, ið kunnu tryggja stór smolt eins og í Føroyum. Úrslitið av hesum íløgunum verður væntandi kollveltandi fyri alingina í Skotlandi. Tann fyrsta av hesum smoltstøðum, Applecross, er í gerð og verður væntandi liðug seint í 2022.

 

Bakkafrost leggur stóran dent á at minka um lívfrøðiliga váðan. Stórar íløgur  eru gjørdar seinastu árini fyri at minka um váðan, betra um effektivitetin og at tryggja burðardyggan vøkstur. Í hesum sambandi er strategiin við størri smolti ein týdningarmikil hornasteinur bæði í Føroyum og í Skotlandi.

 

Í 2021 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 14,5 milliónir smolt í Føroyum og 11,0 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanbering var útsetingin í Føroyum 14,3 milliónir smolt í 2020, 12,7 milliónir í 2019 og 12,6 milliónir í 2018. Í Skotlandi var útsetingin 10,4 milliónir smolt í 2020, 12,4 milliónir í 2019 og 8,6 milliónir í 2018. Í 2022 ætlar Bakkafrost at seta 15,0 milliónir smolt út í Føroyum og 10,8 milliónir í Skotlandi.

 

Bakkafrost hevur kunngjørt, at væntaða tøkan fyri 2021 er 66.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 40.000 tons í Skotlandi. Orsakað av stóra fellinum í Skotlandi í hesum ársfjórðinginum, lækkar Bakkafrost tøkumetingina í Skotlandi fyri 2021 til 30.000 tons. Sostatt verður samlaða tøkan í 2021 væntandi 96.000 tons av laksi í kruvdari vekt, samanborið við 85.686 tons í 2020. Í 2022 verður tøkan væntandi 68.000 tons av laksi í Føroyum og 35.000 tons í Skotlandi, ið verður 103.000 tons av laksi tilsamans.

 

Liðugvørur

 

Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hettar ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt. Bakkafrost miðar eftir at nýta umleið 40% av tikna laksinum í Føroyum til framleiðslu av liðugvørum. Bakkafrost hevur gjørt sáttmálar um sølu av liðugvørum fyri umleið 34% av væntaðu samlaðu tøkuni í Føroyum og Skotlandi í 2021. Sáttmálarnir fyri 2022 verða gjørdir í novembur og desembur, og higartil eru gjørdir sáttmálar fyri 21% av samlaðu tøkuni í 2022. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.

 

Mjøl, lýsi og fóður

 

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2022 er 753 túsund tons, sum er ein lækking á 19% samanborið við 2021. Í oktober góðkendi MarinTrus eitt sokallaða “Fishery Improvement Project” fyri svartkjafturin. Hettar er sera týdningarmikið fyri Bakkafrost, eftirsum tað slóðar fyri, at svartkjafturin aftur fær MSC-góðkenning og sostatt kann nýtast til ASC-góðkenda fóðurframleiðslu.

 

Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2022 verður væntandi lægri enn í 2021. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2021 er hækkað og verður mett til 130.000 tons, ið er saman nøgd sum verður mett fyri 2022.

 

Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.

 

Íløgur

 

Á kapitalmarknaðardøgunum tann 14. og 15. septembur 2021 kunngjørdu Bakkafrost eina íløguætlan fyri tíðarskeiðið 2022-2026 áljóðandi 6,2 milliardir krónur. Ætlanin fer at kollvelta virksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi og tryggja burðardyggan vøkstur í Føroyum eins og í Skotlandi. 

 

Høvuðsendamálið við ætlaðu íløgunum í Skotlandi er at margfalda mátan, Bakkafrost virkar uppá í Føroyum, til Skotlands. Bakkafrost ætlar millum annað at byggja 3 stórar orkuvinarligar smoltstøðir í Skotlandi. Hervið fer Bakkafrost at kunna framleiða yvir 18 milliónir smolt á 500g í Skotlandi í 2026. Hettar fer at minka munandi um livfrøðiliga váðan og økja tøkuna. Afturat hesum ætlar Bakkafrost at byggja eitt nýtt framkomið virki í Skotlandi og at gera íløgur í skip til viðger og flutning av laksi. Eisini er ætlanin at gera íløgur aliútgerð á sjónum.

 

Íløgurnar í Føroyum í smoltstøðir viðføra, at árliga framleiðslan av smolti í 2026 verður omanfyri 23 milliónir smolt á 500g. Harafturat verður stór lívfiskastøð í Skálavík bygd og fóðurframleiðslan á Havsbrún verður eisini víðkað. Komandi summar verður nýggjur 7.000 m3 brunnbáturin við orkusparandi hybrid-tøkni liðugur og fer hettar at hjálpa til at minka um CO2-útlátið. Í íløguætlanini er eisini sett av til nýggja alitøkni á sjónum, ið kann gera tað møguligt hjá Bakkafrost at vaksa framleiðsluna burðardygt í Føroyum útyvir 100.000 tons í kruvdari vekt, ið annars er ætlanini at røkka í 2026.

 

Við íløguætlanini 2022-2026 væntar Bakkafrost at røkka samlaða tøku á 150.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2026. Í sama tíðarskeiði ætlar Bakkafrost at byggja førleikar í virðisketuni til samlaða framleiðslu á 180.000 tons av laksi í kruvdari vekt. 

 

Fíggjarliga støðan

 

Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð fígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

 

Afturat hesum hevur Bakkafrost endurfíggjað samtakið við 352 milliónum EUR til føroyska virksemið, umframt møguleika til 150 milliónir EUR í eykafígging um neyðugt. Afturat hesum er virksemið í Skotlandi fíggjað við 100 milliónum GBP.