Tónleikur
Orðini fullu á pallinum í the House of Blues í Las Vegas. Og so royndu Axl Rose og nýggju fylgisneytar hansara í Guns N? Roses ljóðútgerðina í samfullar tríggjar tímar. Nú varð klárt at byrja av nýggjum. Og vit kunnu vænta okkum ársins konsert siga ummælarar. Fyrst í Norðuramerika, síðani Suðuramerika og Evropa. Í juni verða teir í Norðurlondum.
Tað var seinrapartin av 80?unum, at amerikanski rokkbólkurin Guns N? Roses kom fram. Axl Rose, hvørs veruliga navn er William Bailey, gjørdist skjótt leiðandi ímyndin av hesum nýskapandi bólki, sum danska rokkalfrøðin Politikens Rock Leksikon skýrir einasta verduga avloysara hjá Rolling Stones.
Guns N? Roses dyrkaðu harafturat eitt ljóð, sum gekk sum fótur í hosu afturvið nýggju talgildu tøknini. Eftir at hava tvíhildið um gamla samgilda plátuspælaran í mong ár ? fyrst ein Lenco, síðani Pioneer ? var tað ein fløga við Guns N? Roses, ella báðar tvær, sum sannførdu meg um, at rætta ljóðið til rokk, var talgildi fløguspælarin. Og helst ein Sony.
Síðani havi eg hildið meg til hesa tøkni. Rakstramáttur er orðið, sum ensk-føroyska orðabókin nýtir fyri dynamic. Hetta er kjarnin í bæði tónleikinum hjá Guns N? Roses og tøknini í fløguspælaranum.
Fyrstu fløgurnar eg varnaðist við Guns N? Roses vóru GN?R Lies og Appetite for Destruction. Fyrstu kendu sangir teirra eru eisini av hesum báðum fløgum. Paradise City, Sweet child o?mine og Patience. Hesir vóru fyrstu sangir eg legði í talgildu fløguskuffuna. Ein ljóðmynd, sum hvørki var hoyrd ella sædd áður. Hetta var rakstramáttur. Tá gavst eg at keypa plátur og legði meg eftir fløgum. Árið var 1989.
Men tíðin fór frá Guns N? Roses og grunge tók yvir. Men innan teir fóru í søguna, náddu teir, sambært tíðarritinum Rolling Stone, at spæla fyri størsta áhoyraraskara nakrantíð. Tað var ein konsert, hildin í London í apríl 1992 og send um fylgisvein, Freddy Mercury til minnis. Freddy, sum var sangari í Queen, doyði av eyðkvæmi hin 24. november 1991.
Eisini innan musikkvideo hava Guns N? Roses skrivað søgu. Tað er við sanginum »November Rain«, sum er hin mest ynskti á amerikansku MTV rásini.
Nøkur ár eftir, at fløgan The Spaghetti Incident kom út 1993, syndraðist søguligi rokkbólkurin. Nú var bara sangarin Axl Rose eftir. Einasta, hann hevði at halda seg til, var navnið Guns N? Roses og rætturin at brúka tað. Sigst, at hann nú hevur ført navnið aftur til heiður og æru. Heiðurskrýndur og sigursælur, vilja amerikanskir ummælarar verða við.
Fyrstu ferð, navnið Guns N? Roses aftur var frammi, var í 1998, tá Axl Rose savnaði hesa manning: Robin Finck úr Nine Inch Nails á gittar, Tommy Stinson úr Replacements á bass, Josh Freese úr The Vandals á trummur og so Paul Huge og Dizzy Reed. Árið eftir hoyrdist fyrstu ferð ein nýggjur Guns N? Roses sangur »Oh My God«. Tað var í filminum End of Days.
Nú ljóðar, at Guns N? Roses koma til Norðurlond. Hin 25. juni spæla teir í Globen í Stokkholm, dagin eftir í Spektrum í Oslo og hin 28. juni rokka teir í Roskilde.
Ikki er tað uttan orsøk, at Guns N? Roses fara á drúgva konsertferð í Evropa í summar. Tað er fyri at stuðla upp undir nýggju fløguna, sum kemur í mai og hevur fingið heitið Chinese Democracy.
Konsertfyrireikararnir siga, at manningin verður Axl Rose, Robin Finck, Tommy Stinson, Buckethead og Brian Manita, nevndur Brain. Jú, soleiðis ljóða dagsins nøvn í endurreistu Guns N? Roses.
Á heimasíðunum www.gnronline.com og www.gunsnroses.com ber til at at fylgja við, hvussu leikur fer og hvør skráin verður.
Guns N? Roses leingi livið ? og talgilda tøknin somuleiðis.










