Rákið linkar og veðrið verður gott í vikuni

- Veðrið verður gott teir næstu dagarnar, og vit vænta nógvan útróður, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

Í løtuni er einki ísfiskalínuskip til fiskiskap, men á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at annað skipið loysir í vikuni sum kemur. 

 

Hinvegin eru tilsamans níggju frystilínuskip til fiskiskap í løtuni, tey flestu í fremmandum sjógvi.

 

- Fýra fiska í íslendskum sjógvi, tvey eru í Eysturgrønlandi, og trý fiska undir Føroyum. Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Væntandi er, at okkurt av frystilínuskipunum kemur inn at landa í næstu viku.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er harður, men hann batnar, sum næsta vika gongur.

 

- Veðrið verður gott, so vit rokna við nógvum útróðri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir við línu fáa mest av toski og hýsu og teir, sum fiska við snellu, fáa mest av toski og eitt sindur av upsa.