Rakettverjuætlan
Danska stjórnin boðaði fyrradagin frá, at hon tekur undir við ætlanini hjá amerikansku stjórnini um eina rakettverjuskipan, og at amerikanarar sleppa at nútímansgera radaran í Thule, so hann verður ein liður í skipanini.
Danska stjórnin hevur lovað USA svar innan í summar, og tann næsta mánaðin verða fleiri samráðingar- og kunningarumfør millum Danmark og Grønland. Per Stig Møller, uttanríkisráðharri skal til Grønlands, og somu leið skulu uttanríkispolitiska nevndin og verjupolitiska nevndin hjá Fólkatinginum. Uppgávan hjá donsku politikarunum verður at fáa eina semju við grønlendingar um Thule-radaran.
Grønlendingar hava ikki víst amerikanska áhuganum fyri Thule-radaranum aftur, men heimastýrið hevur gjørt greitt, at verjuavtalan frá 1951 skal endurskoðast, og at heimastýrið skal sita við samráðingarborðið og fáa sína ávirkan á úrslitið. Hesum hevur USA víst aftur. Tað gjørdi Colin Powell, uttanríkisráðharri í vetur. Hann gjørdi tá greitt, at tað er ikki neyðugt at endurskoða sáttmálan, tí møguligar broytingar kunnu gerast í ískoytissáttmálum.
Men fyribils halda grønlendingar fast um kravið um at endurskoða sáttmálan. Lars Emil Johansen, fólkatingsmaður, segði í Keypmannahavn fyrradagin, at hetta er framvegis eitt grønlendskt krav.
Eisini pengar
Hjá grønlendingum hevur tað ikki einans týdning at fáa ávirkan á ein nýggjan verjusáttmála. Málið snýr seg eisini um pengar. Formaðurin í uttanríkispolitisku nevndini hjá Landstinginum, Jensine Berthelsen, segði við grønlendska útvarpið herfyri, at sleppa amerikanarar at útbyggja støðina í Thule, noyðast teir eisini at lata grønlendingum okkurt afturfyri.
Grønlendska sjálvsstýrisnevndin hevur mett, at tann grønlendski búskapurin fær einar 100 milliónir krónur burtur úr Thule-støðini um árið, men fleiri grønlendskir politikarar hava bent á, at hetta er ikki nóg mikið. Hetta var eisini á borðinum, tá Per Stig Møller og Josef Motzfeldt hittu Colin Powell í desember.
Men í frágreiðingini um rakettverjuskipanina ávarar danska stjórnin grønlendingar ímóti at krevja ov nógv. Í frágreiðingini stendur, at grønlendingar eiga at hava í huga, at USA kann velja at fara aðrar vegir.
Nógv virksemi
Danska stjórnin hevur lovað amerikanarum endaligt svar um Thule-radaran innan í summar, og næstu mánaðarnar verður málið dúgliga umrøtt.
Í næstu viku fer grønlendska heimastýrið undir eitt kunningarátak um rakettverjuætlanina. Samstundis vitjar Per Stig Møller, uttanríkisráðharri í Nuuk, har hann skal hitta Hans Enoksen, landsstýrisformann, eins og hann skal lurta eftir einum trygdarpolitiskum aðalorðaskifti í Landstinginum.
Síðst í hesum mánaðinum fer uttanríkispolitiska nevndin hjá Fólkatinginum til Grønlands, og fyrst í næsta mánað fer verjunevndin eisini til Grønlands. Seinni í næsta mánað verður ein hoyring í Fólkatinginum um rakettverjuætlanina. Eisini í Nuuk verður hoyring um evnið.