Um midnáttarleitið í gjárkvøldið royndi Norðurkorea eina langtberandi rakett, hóast altjóða samfelagið hevði ávarað landið ímóti at gera tað.
Royndin miseydnaðist. Ein embætismaður sigur við CNN, at møguliga sprongdist rakettin, stutt eftir at hon var skotin út. Suðurkoreanska verjumálaráðið sigur, at rakettin fór í fleiri petti og datt niður bara fáar minuttir aftan á útskjótingina.
Norðurkorea hevði frammanundan boðað frá, at rakettin hevði ein veðurfylgisvein við sær, men fleiri lond vilja vera við, at royndin hevði hernaðarlig endamál.