Rakettmaðurin hjá Hamas fallin

Hamas-leiðarin Amir Mansi doyði í einum ísraelskum álopi um vikuskiftið Sambært ísraelska herinum var Amir Mansi leiðari á rakettdeildini hjá Hamas í Gaza og hevði avgerandi ávirkan á tey nógvu rakettálopini á mál í Ísrael.

Ein talsmaður fyri ísraelsku herleiðsluna sigur, at Amir Mansi royndi at verja seg, tá ísraelskir hermenn kringsettu hann nærhendis Gedera leygardagin.

Amir Mansi var útbúgvin verkfrøðingur.