Rakettirnar sleppa til Suðurkorea

Myndugleikarnir í Finnlandi hava góðkent, at 69 loftverjurakettir, sum tollarar funnu umborð á einum farmaskipi, verða sendar til Suðurkorea.

Farmaskipið, sum eitt felag á donsku oynni Møn eigur, var á veg úr Týsklandi til Kina og Suðurkorea, men fór inn í Kotka í Finnlandi á vegnum. Tá finskir tollarar fóru umborð, funnu teir 69 Patriot-loftferjurakettir og nógv spreingievni í lastini, men hvørki rakettirnar ella spreingievnið stóðu í pappírunum, sum søgdu, hvønnn farm skipið hevði.

Týsku hernaðarmyndugleikarnir kunngjørdu, at teir høvdu selt Suðurkorea rakettirnar, og nú hava finsku myndugleikarnir so givið boð um, at rakettirnar kunnu sendast til Suðurkorea.

Danska farmaskipið sleppur tó ikki úr Finnlandi enn, tí løgreglan er ikki liðug við málið, skrivar finska tíðindastovan FNB.