Rakettin fór í luftina

Tvey fólk doyðu, tá ein royndarrakett sprongdist á einari royndarstøð í Kalifornia

Vanlukkan var á Mojave Air and Space Port, har granskarar hjá fyritøkuni Scaled Composites vóru í ferð við at royna ein rakettmotor. Alt í einum sprongdist motorurin, og tveir av granskarunum lótu lív. Fleiri onnur fólk fingu skaða.

 

Løgreglan í Kalifornia sigur við sjónvarpið CNN, at spreingingin var sera ógvuslig, og at stórir lutir vórðu slongdir langt burtur. Øll ferðsla fram við royndarstøðini bleiv steðgað.

 

Enn veit eingin, hví rakettmotorurin sprongdist.