Rakett skotin eftir bretskum flofari

Ein rakett hevði eftir øllum at døma kós beint ímóti einum ferðafólkaflogfari, áðrenn tað skuldi lenda í Sharm el-sheikh fyri fyri tveinum mánaðum síðani.

Ein rakett hevði eftir øllum at døma kós beint ímóti einum ferðafólkaflogfari, áðrenn tað skuldi lenda í Sharm el-sheikh fyri fyri tveinum mánaðum síðani.

 

Tað skriva bæði Ritzau og NTB tíðindastovurnar.

 

Bretska flogfarið var bara einar 300 metrar frá rakettini, beint áðrenn flogfarið skuldi lenda á flogvøllinum í Sharm el-Sheikh í Egyptalandi.

 

Tað er bretska blaðið Daily Mail, sum hevur skrivað um hendingina í sambandi við, at mangt er sum bendir á, at russiska flogfarið, sum datt niður á Sinai hálvoynni í síðstu viku, varð álopið.

 

Sambært Daily Mail kláraði flogskiparin at broyta kós og soleiðis sleppa undan fatala vandanum.

 

189 ferðafólk vóru umborð á flogfarinum, sum hevði kós ímóti Egyptalandi úr Standsted floghavnini í London.

 

Thomson Airways flogfarið lendi trygt í Sharm el-Sheik, og ferðafólkini fingu ongantíð at vita, at tey allarhelst høvdu verið sekund frá stórari vanlukku, skrivar Daily Mail.

 

Bretsku flutningsmyndugleikarnir vátta, at hendingin fór fram 23. august.

 

– Annarflogskiparin hevði stýringina, tá tað hendi, men flogskiparin var eisini í stýrhúsinum og sá rakettina koma ímóti flogfarinum. Hann gav boð um, at flogfarið skuldi snara til vinstru fyri at sleppa undan rakettini, sum var einar 1000 føtur, umleið 300 metrar, frá flogfarinum, sigur ein ónavngivin kelda fyri blaðnum.

 

Manningin fekk boð um hendingina, tá tey vóru lend.

 

Russiska ferðafólkaflogfarið, sum datt niður í síðstu viku, fór úr Sharm el-Sheikh og datt niður eftir at hava verið á flogið í minni enn ein hálvan tíma. Øll tey 224 fólkini umborð doyðu. Flestu teirra vóru russar.

 

Vesturlendskar fregnartænastur halda sambært fleiri miðlum, at ein bumba var løgd umborð á flogfarið, áðrenn tað fór á flog.