Rakett rakti goymslu og trý doyðu í Odesa

Trý fólk doyðu í rakettálopi ímóti ukrainska havnarbýnum Odesa, sum liggur við Svartahavið

 

Sløkkiliðsfólk stríðast við at fáa tamarhald á eldinum í einum goymslubygningi og eini skrivstovu, har russiskar rakettir raktu tíðliga í morgun. - Foto: State Emergency Service Of Ukrai/Reuters  

Í minsta lagi trý fólk doyðu í einum goymslubygningi í Odesa, eftir at ein rakett tíðliga í morgun rakti havnarbýin við ukrainsku svartahavsstrondina.

Tað upplýsa fleiri ukrainskir myndugleikar sambært tíðindastovuni AFP og Reuters.

Goymslubygningingin, sum rakettin rakti, eigur eina handilsketa. Høllin stóð í ljósum loga eftir at rakettin rakti.

13 onnur fólk vórðu særd í álopinum. Teirra millum sjey onnur starvsfólk í goymsluhøllini og seks í einum handilsøki, sum eisini varð rakt.

Kommandiheindin í syðra parti av Ukraina upplýsir sambært tíðindastovuni Reuters, at tilsamans fýra krússararakettir vórðu sendir úr Russlandi. Sambært ukrainsku verjuni vórðu tvær teirra skotnar niður, men tvær rukku til Odesa.

 

##med2##

– Sum úrslit av samanbrestum í luftini og trykkbylgjum var ein skrivstovumiðstøð, ein útbúgvingarstovnur, ein íbúðarbygningur, ein matstova og handlar í miðbýnum rakt og fingu skaða, sigur kommandoeindin.

Tað er í fyrstu syftu boðað frá 16 ofrum í álopinum. Talið kann tó hækka.

– Vit leita nú í húsaleivdunum, verður sagt sambært Reuters úr urkainsak herinum.

– Fólk kunnu liggja undir.

Serhij Brattjuk, leiðarin í hernaðarumsitingini í Odesa, hevur sambært Reuters á sosialum miðlum deilt myndir og video, sum vísa høgar bygningar, har vindeyðu eru sprongd sundur, og har veggir í summum førum eru burtur.

##med3##

 

Eisini síggjast sløkkiliðsfólk, sum stríðast ímóti eldi í tí, sum líkist einum goymslubygningi.

Álopið á Odesar kemur bara ein dag eftir, at rakettir raktur heimbýin hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelensky, Kryvyj Rih, har 11 fólk doyðu.

Odesa var fyri kríggið ein av fólkaríkastu býum og liggur í vestara parti av landinum við Svartahavið slakar 50 kilometrar frá markinum til Moldova.

Sambært AFP var býurin harafturat fyri kríggið er vældámt ferðamál bæði fyri russar og ukrainar. Býurin hevur síðani kríggið byrjaði verið fyri fleiri rakettálopum.

/ritzau/

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

 

Sløkkiliðsfólk stríðast við at fáa tamarhald á eldinum í einum goymslubygningi og eini skrivstovu, har russiskar rakettir raktu tíðliga í morgun. - Foto: State Emergency Service Of Ukrai/Reuters  

Millum annað ein handilsmiðstøð var rakt í ógvusligum russiskum rakettálopið tíðiliga í morgun. - Foto: State Emergency Service Of Ukrai/Reuters