Fyrsta bókin um sniffilin Nóa ?Várferðin til Brúnna? er í uppskoti at vinna barna-og ungdómsbókavirðisløn útnorðurráðsins. Hetta er fimtu ferð, at virðislønin uppá 60.000 krónur skal handast. Hinar bøkurnar, ið eru í uppskoti, er íslendska Garðurinn, av Gerður Kristný og Sila av Lana Hansen.
Grundgevingin fyri bókini hjá Rakel Helmsdal ljóðar millum annað soleiðis: ?Bókin er ein sonn fragd fyri eygu og oyru, skrivað við einum inniligum tóna, sum egnar seg væl til at lesa upp fyri smáum børnum. Samstundis er søgan myndprýdd av einum av fremstu listafólkum okkara, Edward Fuglø.?