Rakel Helmsdal byrjar nýggja bókarøð

Í komandi viku gevur Rakel Helmsdal út fyrstu bókina í nýggju røðini »Úr Mosakulluni«

Fyrsta bókin í røðini hevur heitið »Várferðin til brúnna« við tekningum eftir Edward Fuglø.

Søgan er um lítla sniffilin Nóa, sum finnur eitt grátandi risaskrímsl úti í skóginum. Tí noyðist heimkæri Nói við vinum sínum út á eina langa ferð at loysa gátuna um skrímslið, og lítli sniffilin noyðist at vera væl djarvari, enn hann vanliga er.

Eitt veit Nói í hvussu er - risaskrímslið hevur tað ikki gott, so sjálvt um hann torir øgiliga illa, má hann hjálpa tí uppá onkran máta.

»Várferðin til brúnna« er eitt slag av ævintýrbók, sum hóskar væl hjá vaksnum at lesa fyri børnum.

Tað er Bókadeildin, sum gevur út nýggju bókarøðina hjá Rakel Helmsdal